- Tíðindi, mentan og ítróttur
ALS vil hava starvsvenjingina nógv stytta
29.10.2014 - 09:11
Innlendis›Vinna
ALS vil hava starvsvenjingina nógv stytta
Tíðarskeiðið, sum arbeiðsgevarar fáa pengar frá ALS fyri at taka fólk í starvsvenjing, skal úr fimm niður í tveir mánaðir

Arbeiðsloysisskipanin hevur biðið landsstýrismannin í vinnumálum broyta kunngerðina um starvsvenjing, sum kom í 2011.
Starvsvenjingartíðin er fimm mánaðir. Nú vil ALS hava hana niður í tveir mánaðir, sigur stjórin, Magni á Deild Olsen.
Skipanin kom í einari tíð, tá arbeiðsloysið var nógv størri enn nú:
Skipanin er tann, at løntakarin fær sáttmálaløn frá arbeiðsgevaranum, sum so fær arbeiðsloysisstuðulin frá ALS.
Arbeiðsgevarin rindar munin millum sáttmálalønina og arbeiðsloysisstuðulin, sum er 550 kr. í miðal um dagin.
Nógv fólk hava verið í skipanini og nógv hava eisini fingið arbeiði eftir teir fimm mánaðirnar.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV