Sámal Erik Hentze: Nú skal tað ikki lorkast burtur

21.09.2014 - 18:23
Innlendis
Sámal Erik Hentze: Nú skal tað ikki lorkast burtur
B36 var aftanfyri 2-0, men vann 3-2 á NSÍ í einum undirhaldandi dysti og heldur seg framvegis fýra stig frá HB

Talan var um tann mest undirhaldandi dystin í 23.umfari, sum varð spældur við Løkin í dag.

B36 hevði áðrenn dyst tapt tveir teir seinastu dystirnar og einki mál skorað. NSÍ hevði enn ikki vunnið á nøkrum liði, sum liggur omanfyri teir á stigatalvuni. So talan var um ein lagnu dyst. 

Fyrsta málið koma eftir 40 min, tá Klæmint Olsen legði NSÍ á odda.  Samstundis er HB á odda 2-0 í Gundali. Og um hendan støðan helt sær, so var bert eitt stig millum B36 á fyrsta plássi og HB á øðrum plássi. 

Seinni hálvleikur var ikki vorðin gamal áðrenn NSÍ økti um leiðsluna til 2-0. Tað var Pól Jóhannus Justinussen, sum skoraði tá 55 minuttir vórðu spældir.

Eftir hetta vaknaði B36 og Róaldur Jakobsen gjørdi skjótt av og minkaði um munin til 2-1 bert fimm minuttir eftir málið hjá Pól Jóhannusi. 

Men B36 leikararnir vóru ikki nøgdir við hetta. Bert tveir minuttir eftir javnaði Adeshina Lawal til 2-2 fyri B36.

Spenningur var av álvara í dystinum, tí bæði liðini høvdu møguleikar at fara avstað við øllum stigunum.

Marginalarnir fullu til B36 tá bert tríggir minuttir vóru eftir at spæla.  Adeshina Lawal varð dystarvinnari fyri B36, tá hann skoraði til 2-3.

Eftir dystin hitti Suni Merkistein ein sera fegnan venjara, sum gav liðnum æruna av úrslitinum. 

Hoyr samrøðuna omanfyri. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130