- Tíðindi, mentan og ítróttur
-Eg eri ekstremt vónbrotin
Føroyar taptu í kvøld 3-1 fyri Finnlandi á heimavølli. Hálvleiksstøðan var 1-0, tað var eftir 41 minuttir at Christian Lamhauge Holst setti bólin í netið eftir eitt mistak í verjuni hjá Finnlandi.
Men tíverri fyri okkum, so skoraði Finnland trý mál í seinna hálvleiki.
Jóannes Jakobsen er hjálparvenjari hjá Føroyska landsliðnum, og hann var sera vónbrotin eftir dystin.
Hann segði at nú skal dysturin hyggjast í gjøgnum og eftirmetast.
Hann vil einki siga um hvørjar avgerðir møguliga skuldu verið øðrvísi, men sigur at ábyrgdin liggur hjá venjaratoyminum.
Jóannes Jakobsen greiddi frá hví at dysturin fór frá at vera ein sólskinssøga til at verða eitt vónbrot.
Úrslitið : Føroyar 1 - Finnland 3
1-0 41 min Christian Lamhauge Holst
1-1 52 min Riku Riski
1-2 78 min Riku Riski
1-3 82 min Roman Eremenko
Hoyr samrøðuna við Jóannes við at trýsta á ljóðbrotið omanfyri.
Sí eisini