- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kringvarpið sleppur ikki at framleiða landsdystir

Allir dystirnir hjá fótbóltslandsliðnum í næstu EM- og HM-undankappingum verða sendir í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum, men tað verður eitt týskt felag, sum fer at standa fyri at sjónvarpa dystirnar í HD-dygd.
Samráðingar hava eina tíð verið millum UEFA og Kringvarpið um rættindini, og nú eru partarnir komnir ásamt um eina avtalu.
Kringvarpsmanningin hevur staðið fyri at sjónvarpa landsdystir fyrr, og í samráðingunum við sveisiska felagið, sum samráddist fyri UEFA, legði Krinvarpið eisini dent á at fáa eina føroyska loysn fyri næstu dystirnar. Men tað eydnaðist ikki, hóast ein føroysk loysn hevði verið nógv bíligari hjá UEFA, sigur Dia Midjord, kringvarpsstjóri.
Sí eisini