- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bakkafrost størri skatt og tí minni vinning

Bakkafrost hevði 213 mió. kr. í rakstrarvinningi eftir skatt fyrra hálvárið 2014, og 126 milliónir í øðrum ársfjórðingi.
Bæði tølini eru minni enn í fjør.
Hægri skattur er høvuðsorsøkin, sigur Bakkafrost í fráboðan til partaeigararnar í morgun.
Deildin, sum ger lidnar vørur, gevur nú aftur vinning.
Í øðrum ársfjórðingi góvu øll virkisøkini yvirskot, sigur Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti.
Enn hevur boykottið hjá Russlandi móti øðrum londum, sum selja alilaks, ikki ávirkað Bakkafrost stórliga.
Regin Jacobsen er stjóri í Bakkafrost. Klokkan sjey okkara tíð í morgun legði hann fram roknskapirnar fyri tað, sum farið er av árinum, fram í keypsskálanum í Oslo, har sum Bakkafrost er skrásett.
Sí eisini