- Tíðindi, mentan og ítróttur
HB liðið er sett

HB skal í kvøld aftur spæla Champions League fótbólt. Talan er um annað innleiðandi umfar í Champions League. Mótstøðuliðið er Partizan Beograd úr Serbia, eitt lið, ið sambært Heðini Askham spælir tekniskan og skjótan fótbólt.
HB spældi seg víðari úr fyrsta innleiðandi umfari í Champions League við at basa Lincoln av Gibraltar. Og samanborið við dystin í Gundadali hevur Heðin Askham bara gjørt eina broyting: Jógvan Rói Davidsen loysir altjóða toppskjúttan Levi Hanssen av – hann er stæddur í Onglandi.
Sostatt er HB mannað soleiðis:
Teitur M. Gestsson – Alex José dos Santos, Jóhan T. Davidsen, Rógvi S. Holm, René Shaki Joensen – Jógvan Rói Davidsen, Heini Vatnsdal, Kristin R. Mourtisen, Tróndur Jensen – Fróði Benjaminsen – Jóan Símun Edmundsson.
Dysturin millum Partizan Beograd og HB byrjar klokkan 19.45 føroyska tíð. Spælt verður á Partizan Stadium, sum tekur 32.000 áskoðarar.
Tak niður
Sí eisini