Eingin vil byggja ella fíggja tennisvøll

04.07.2014 - 09:25
InnlendisSamfelag
Eingin vil byggja ella fíggja tennisvøll
Forsetin í ÍSF sigur, at allir møguleikar eru kannaðir, eisini um tennis kundi verið 12 ítróttargreinin á Oyggjaleikunum í Føroyum

- Eingin vilji er at byggja og fíggja, hvørki tennisvøll ella tennishøll, og tí var tennis ikki partur av umsóknini, sum ÍSF dyrgdi við í royndini at fáa Oyggjaleikirnar til Føroya í 2019.

Tað sigur Petur Elias Petersen, forseti í ÍSF, sum leggur dent á, at ÍSF hevur kannað allar møguleikar.

Martin Nolsøe Simonsen, sum umboðar bæði tennis og nýggja ítrótt í stjórnini hjá ÍSF, hevur fýlst á, at til dømis tennis ikki var partur av eini tiltaksætlan, um trygd ikki fekst fyri, at golfvøllur varð liðugur.

Petur Elias Petersen vísir atfinningunum aftur.

 

Mynd: Petur Elias Petersen er forseti í ÍSF

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. mars
Hondbóltur: Føroyar - Niðurlond
189119
Mikudag 12. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189087
Týsdag 11. mars
Veðrið
189035