- Tíðindi, mentan og ítróttur
HB: Vit skulu spæla sum landsliðið
Finnbogi Arge sipar til vinardystin millum Føroyar og Gibraltar fyrr í ár, tá Føroyar vann 4-1.
Hann endurgevur hvat venjarin Heðin Askham hevur sagt við leikararnar. Grundin til at HB skal spæla sum landsliðið er tí, at tá riggaði spælið við miðvallarunum sera væl.
Tað eru ikki nógv viðhaldsfólk við HB til útidystin móti FC Lincoln, men tó sigur formaðurin í HB, Finnbogi Arge at tey nokk skulu rópa fyri seg.
Atgongumerkjasølan hevur gingið væl. Áleið 2500 pláss eri til dystin, og tað er úselt.
Finnbogi Arge vónar at HB fær eitt gott úrslit við sær heim, men leggur afturat at uppgávan er trupul. FC Lincoln hevur styrkt seg væl til hendan søguliga dystin.
Sí eisini