- Tíðindi, mentan og ítróttur
Golfvøllurin kann verða liðugur í 2019
30.06.2014 - 07:59
Innlendis›Samfelag
Golfvøllurin kann verða liðugur í 2019
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, skilir ikki, at ætlaði golfvøllurin á Glyvursnesi forðar fyri, at Føroyar ikki fáa Oyggjaleikirnar
Golfvøllurin kundi saktans verið liðugur í 2019. Og tí er tað løgið, at Føroyar ikki kunnu fáa Oyggjaleikirnar í 2019, hóast ikki alt er klárt enn.
Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í búnaðarmálum, sum arbeiðir við at ognartaka lendið á Glyvursnesi.
Leygardagin gjørdist greitt, at Føroyar fáa ikki Oyggjaleikirnar í 2019, sum vit annars høvdu ætlað okkum, tí vit ikki hava tær 12 neyðugu ítróttargreinirnar klárar. Enn vantar golfvøllur á Glyvursnesi.
Petur Elias Petersen, formaður í ÍSF, hevur funnist at politisku skipanini, túi hon hevur arbeitt ov seint.
Hesum vísir Jacob Vestergaard aftur.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV