- Tíðindi, mentan og ítróttur
ORKA í støðugari broyting
05.06.2014 - 15:23
List›Tónleikur
ORKA í støðugari broyting
Nýggja fløgan hjá ORKA, "Leipzig", er ikki eins staðbundin og tær undanfarnu, sigur høvuðsmaðurin, Jens L. Thomsen
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/news_xtra_xtra_large/public/image_26.jpg?itok=cGcKiXT3)
13. juni gevur bólkurin - ella tónleikafyribrigdið - ORKA hjá Jens L. Thomsen út nýggja fløgu.
"Leipzig" er grundleggjandi øðrvísi enn tær báðar undanfarnu, tí tónleikurin hjá ORKA er í støðugari broyting eins og orka úti í náttúruni, sigur Jens L. Thomsen.
Orka byrjaði sína tilveru í einum fjósi á Innan Glyvur á Skálafjørðinum eitt 2. jólakvøld miðskeiðis í nullunum. Síðan hevur ORKA verið á konsertferð við heimskenda Yann Tiersen, innspælt í saltsiloini í Havn og spælt upp á Føroyar.
Uni Leitisstein Hansen hevur tosað við høvuðsmannin í ORKA, Jens L. Thomsen, um hvat vit kunnu vænta okkum frá ORKA í hesum umfari.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV