- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kringvarpið vann Miðla-heiðurslønina
22.03.2014 - 13:48
Innlendis›Samfelag
Kringvarpið vann Miðla-heiðurslønina
Dómsnevndin: Journalistisku avdúkingarnar vístu almenninginum, hvat var um at henda og noyddi hægstu politisku skipanina at endurskoða sínar ætlanir
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/news_xtra_xtra_large/public/midlaheidurslon_mottakarar_3.jpg?itok=BSyPYTH7)
Frá vinstru Óluva Zachariasen, Liljan Weihe, Jan Lamhauge, Jógvan Eli Dam og Brynhild Thomsen, sum øll tóku ímóti heiðurslønini
Mynd: Kári Mikkelsen
Kringvarpið gjørdist vinnari av ársins Winther-Heiðursløn fyri sjónvarpssendingina "Skálafjarðartunnilin, kosta hvat tað kosta vil" og tað sum er sagt í tíðindunum í sambandi við málið.
Dómsnevndin sigur í grundgevingini, at upprunaliga er talan um tvey mál og tvær ymiskar journalistiskar uppgávur, men málini eru so tengd hvørt at øðrum, at ikki ber til at heiðra øðrum og ikki hinum.
Í dómsnevndini sita Ingrid Bjarnastein, Helgi Arntórsson, Øssur Winthereig og Kári Mikkelsen.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV