Meira enn 10 mió. kr. burtur úr tollfríu søluni

21.02.2014 - 13:15
InnlendisVinna
Meira enn 10 mió. kr. burtur úr tollfríu søluni
Samstarvið við Atlansflog um tollfríu søluna fer at geva Vága floghavn meira um árið enn tær 10 milliónirnar, Smyril Line tryggjaði í sínum tilboði. Tað væntar Jákup Sverri Kass, stjórin í Vága Floghavn  

Flogvøllurin og flogfelagið fara at stovna eitt óheft felag, P/f Duty Free FAE, at hava tollfríu søluna. Við hesum hevur Atlantic Airways samstundis slept ætlanini um aftur at selja tollfrítt í flogførunum. Duty Free FAE skal leiga 625 fermetrar frá Vága Floghavn til handilin. Handlarnir, sum nú selja tollfrítt, eru 65 fermetrar hvør. Í nevndini hjá P/f Duty Free FAE eru Jákup Sverri Kass og Kitty May Ellefsen fyri flogvøllin og Niels Mortensen og Marius Davidsen fyri Atlantic Airways. Jákup Sverri Kass verður nevndarformaður og Marius Davidsen verður stjóri. Eingin teirra fær samsýning ella løn fyri tað, sigur Jákup Sverri Kass

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 27. mars
RagnarRokk 27.mars 2025
188611
Hósdag 27. mars
Andarblak - 27. mars 2025
189909
Hósdag 27. mars
«Jesus gevur 5000 mat»
189885
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 27. mars
Heðin Brú 2:2
189898
Hósdag 27. mars
KAKUMiKS kemur 28. mars!
189768
Mikudag 26. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189808
Týsdag 25. mars
Veðrið
189777