Eingin tyrla er tøk í løtuni

06.12.2013 - 13:02
InnlendisSamfelag
Eingin tyrla er tøk í løtuni
Eingin tyrla er tøk hjá Atlantic Helicopters, sum hevur ábyrgdina av bjarging, leiting og innanoyggjaflutningi. Men hetta kemur í rætt lag í morgin
Eingin tyrla hjá Atlantic Airways er tøk í løtuni, hvørki til bjarging, leiting ella innanoyggjaflutning

Tað er bara tríggir mánaðir síðani seinast, at eingin tyrla var tøk hjá Atlantic Helicopters, sum annars hevur ábyrgdina av bjarging, leiting og innanoyggjaflutningi. Og nú er aftur galið.

Eingin tyrla er før fyri at flúgva, og tað vil siga, at skuldi tað ringasta hent, so fæst eingin tyrluhjálp frá Atlantsflogi. Atlantsflog fær annars 36,1 millión krónur árliga umframt mvg frá tí almenna fyri at røkja tyrlutilbúgvingina og tyrluflúgvingina.

Í sáttmálanum stendur, at hendan samsýningin skal rindast mánaðarliga, men har stendur eisini í grein 12, at ein tyrla við manning skal vera tilbúgvin at fara á flog seinast 60 minuttir frá tí, at Atlantsflog hevur móttikið útkallið.

 

Einki nýtt

Men hetta við útkallinum er eyðsýniliga meira trupult at fáa í rættlag, sammett við rindanina av samsýningini, tí við jøvnum millumrúmi er eingin tyrla tøk yvirhøvur - og tann støðan er íkomin aftur nú.

Í eitt heilt ár hevur bjargingartyrlan ikki verið tøk, tí hon hevur verið fyri umbygging og bíðar framvegis eftir at fáa góðkenning frá loftferðslumyndugleikunum.

Hetta merkir, at í eitt heilt ár hevur bara ferðafólkatyrlan verið tøk, og tá hon, soleiðis sum støðan er beint nú, skal til eftirlit, ja, so er eingin tyrla hvørki til bjarging, leiting ella ferðafólkaflutning.

 

Góðkenningin tekur tíð

Hans Erik Jacobsen, sum er leiðari á tyrlutænastuni, greiðir frá, at nýggi útbúnaðurin í tyrluni er amerikanskur hernaðarútbúnaður, og eftirsum tyrlan eisini er amerikansk, so skulu amerikanskir loftferðslumyndugleikar góðkenna tyrluna. Hetta hevur tikið ómetaliga langa tíð, men varð fingið frá hondini fyri góðum mánaði síðani.

Men har endar søgan ikki. Atlantsflog virkar undir donsku loftferðslumyndugleikunum, sum so aftur virka undir evropeiskum loftferðslumyndugleikum, og teir skulu eisini góðkenna føroysku BELL 412-tyrluna hjá Atlantic Helicopters, áðrenn hon sleppur á flog.

Og bíðað verður enn eftir, at hesir myndugleikapersónar skulu koma til Føroya at góðkenna tyrluna, og eingin veit enn at siga, nær tað verður.

Brynhild Thomsen hevur tosað við Hans Erik Jacobsen, leiðara á tyrlutænastuni. Hann sigur, at hetta kemur í rætt aftur í morgin.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (3:3)
189274
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (2:3)
189272
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (1:3)
189271
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301
Sunnudag 16. mars
Hondbóltur: Niðurlond - Føroyar
189292
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238
Fríggjadag 14. mars
Veðrið
189226