Kommunurnar fáa 356 mió. kr. við eldraøkinum

12.11.2013 - 14:58
InnlendisSamfelag
Kommunurnar fáa 356 mió. kr. við eldraøkinum
Kommunurnar fáa 356 mió krónur frá landinum, tá tær yvirtaka eldaøkið. Og kommunurnar skulu hava skipað seg í kommunal eldraøki innan 1. mai næsta ár. Tað eru boðini frá landastýrinum

Landsstýrið hevur í dag lagt fram ætlanina fyri, hvussu alt eldraøkið skal leggjast út til kommunurnar at umsita frá 1. januar 2015.

Kommunurnar hava mett, at tað fer at kosta 400 milliónir krónur at umsita eldraøkið, meðan Annika Olsen, landsstýriskvinna við almannamálum, hevur nevnt 300 millónir krónur. 

Í nýggja lógaruppskotunum, sum er sent til hoyringar, fáa kommunurnar 356 milliónir frá landinum til at umsita eldraøki. Hendan upphæddin kann tó broytast í mun til tær útreiðslurnar, sum verða á eldraøkinum í 2014. 

Kommurnurnar skulu skipa seg í seks samstarvsøki, og Annika Olsen, landsstýriskvinna við almannamálum, sigur seg vænta, at kommurnurnar fara at megna hetta. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 27. februar
Hvíta gullið
188389
Hósdag 27. februar
DOKO1423 - teknmálstulkað
188375
Hósdag 27. februar
Morgunkórið
188372