- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jenis tryggjar kanningarstjóra
Eftir øllum at døma fer Miðflokkurin við Jenisi av Rana á odda at tryggja, at ein kanningarstjóri verður settur at lýsa leiklutin hjá løgmanni og landsstýrinum í sambandi við Skálafjarðartunnilin. Í fyrsta umfari vil Jenis av Rana hava samgonguna at taka stig til at seta kanningarstjóra. Eydnast tað ikki, er hann til reiðar at taka undir við øðrum tiltøkum at faa sett kanningarstjóra.
Grein 38 í løgtingslóg um Stýrisskipan Føroya sigur, at landsstýrismálanevndin kann krevja av løgtingsformanninum, at hann setir ein kanningarstjóra, um nevndin hevur illgruna um, at óreglusemi er farið fram. Tveir fimtingar av tingmanningini - tað er 14 tingfólk - hava eisini møguleika at seta fram slíkt krav.
Sí eisini