- Tíðindi, mentan og ítróttur
Frágreiðingin setur fleiri spurningar enn hon svarar
Frágreiðingin frá Sjúrði Rasmussen, løgfrøðingi á Løgmansskrivstovuni, um rættarligu ábyrgdina av málinum um Eysturyartunnilin setur fleiri spurningar enn hon svarar.
Tað heldur Jan Lamhauge, journalistur, sum saman við Jógvani Eli Dam, miðlatøknifrøðingi, hevur gjørt sendingina um Eysturoyatunnilin, ið verður send eftir Dag&Viku í kvøld.
Hann vísir á, at hóast løgmansstjórin fekk spurningar fyri langari tíð síðani, vil hon ikki vera við í sendingini, men nú kemur henda frágreiðingin brádliga.
- Hvussu arbeiða tey á Løgmansskrivstovuni, hvat er endamálið við frágreiðingingini, og hvussu er hon gjørd, spyr Jan Lamhauge í samrøðuni, sum Uni L. Hansen gjørdi við hann í útvarpstíðindunum.
Sí eisini