- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fólkaflokkurin í Suðurstreymi vil hava almennan tunnil
28.08.2013 - 10:16
Innlendis›Samfelag
Fólkaflokkurin í Suðurstreymi vil hava almennan tunnil

Jógvan Poulsen er formaður í Havnar Framburðsfelag
Havnar Framburðsfelag, sum er valfelagið hjá Fólkaflokkinum í Suðurstreymi, vil hava tað almenna at gera Skálafjarðartunnilin, og er ímóti, at samgongan gjarar út við 150 miljónum kr. til Sandoyartunnilin fyri at fáa undirtøku fyri privatu verkætlanini um Skálafjarðartunnilin.
Tað var niðurstøðan á fundi hjá felagnum í fyrrakvøldið.
Hóast niðurstøðan á fundinum var greið, er Jógvan Poulsen, formaður í Havnar Framburðsfelag, ikki heilt álviligur við støðuna, og veit snøgt sagt ikki, hvørja hugsan Fólkaflokkurin hevur til ta ætlan sum liggur á borðinum um tunnilsgerð í Føroyum.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV