- Tíðindi, mentan og ítróttur
Annika Olsen skilir ikki atfinningar um Hamragarð
27.08.2013 - 09:19
Innlendis›Politikkur
Annika Olsen skilir ikki atfinningar um Hamragarð
Nýggj kunngerð ásetir, at øll Suðuroyggin verður eitt upptøkuøki til ellis- og røktarheim, men tað er órættur, siga kommunur í syðru helvt

Við nýggju kunngerðini er eingin ivi um, hvør skal rinda fyri hvat, sigur Annika Olsen
Kommunurnar í syðru helvt av Suðuroynni halda seg vera fyri órætti av Almannaráðnum og nokta at rinda lánið fyri ellis- og røktarheimið Hamragarð frá fyrsta september at rokna.
Orsøkin er, at 1. september setir Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, eina kunngerð í verk, sum ger, at borgarar í norðaru kommunum, sum ikki eiga í, ella hava goldið fyri Hamragarð, fáa somu rættindi til búpláss í heiminum í Vági, sum borgararnir sunnanfyri.
Við nýggju kunngerðini er eingin ivi um, hvør skal rinda fyri hvat, sigur Annika Olsen.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV

Hósdag 27. februar
«Mær kundi gjørst neyðugt at verða doyptur av tær, og so kemur tú til mín!»
188373
Nýggjastu sendingar í SV