- Tíðindi, mentan og ítróttur
Útlúgvaður Livar sett heimsmet
07.08.2013 - 10:06
Innlendis›Samfelag
Útlúgvaður Livar sett heimsmet
- Hetta er tað harðasta, eg higartil havi roynt, sigur Livar Nysted, ið mánadagin kom at landi í Mauritius
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/news_xtra_xtra_large/public/livar_og_konan.jpg?itok=8Shf6OcN)
Livar og konan stutt eftir at teir komu í land á Mauritius.
Livar Nysted og hinir í árabátinum tRIO settu nýtt heimsmet at rógva tvørtur um indiska havið, tá teir komu á land í Mauritius seinnapartin mánadagin. Eitt heilt samdøgur skarvaðu teir av gamla metinum, sum var 58 dagar, 15 tímar og 8 minuttir. Men hetta er tað harðasta, hann hevur higartil hevur roynt, ásannar Livar Nysted.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV