- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fólkapensjónin er ein landaskomm
27.05.2013 - 09:48
Innlendis›Pengar
Fólkapensjónin er ein landaskomm
Pensjónistar krevja at fáa í minsta lagi 1.000 krónur afturat um mánaðin
Politikararnir eiga at skipa so fyri, at allir pensjónistar fáa livilig kor.
Tað stendur í eini yvirlýsing, sum varð samtykt á eldradegnum í Klaksvík um vikuskiftið. 350 fólk vóru á eldradegnum.
Í yvirýsingini stendur eisini, at pensjónistar, sum hava minst at liva fyri, eiga at fáa í minsta lagi 1.000 krónur meiri um mánaðin. Tað er ein landaskomm, at almennu pensjónirnar nú eru so lágar, at tað ikki ber til at liva av teimum.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV