- Tíðindi, mentan og ítróttur
Aldursforsetin aftur í bestu deildini
Aldursforsetin aftur í bestu deildini
Tvøramenn sótu leingi á pínubeinkinum, men tá eitt korter var eftir, avgjørdi Samudeen Musah dystin ímóti FC Hoyvík frá brotssparksblettinum og uppflytingin varð veruleiki
28.10.2024 - 20:08
B71 var frammanfyri í Klaksvík, og tí var setningurin hjá TB greiður í dystinum ímóti FC Hoyvík. Teir skuldu skora, um uppflytingin ikki skuldi gleppa teimum av hondum.
Spælarar og viðhaldsfólk vóru leingi á pínubeinkinum, men tá eitt korter var eftir at spæla fekk TB brotsspark, og Samudeen Musah fekk álitið og tók av.
- TB skal sjálvandi vera í bestu deildini. Eg segði við fleiri spælarar, tá eg kom heim, at eg fór ikki at spæla í 1. deild, men tað sá eitt sindur svart út, segði Gilli Rólantsson Sørensen eftir dystin, sum endaði 1-0.
- Men vit bardu okkum innaftur í hitan, og nú standu vit her og hava rykt upp. Eg eri ótrúliga stoltur av dreingjunum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV