Gullpunktum: Heidi Sevdal spælir neyvan aftur

Gullpunktum: Heidi Sevdal spælir neyvan aftur
- Eg havi avgjørt, at eg fari at gevast, og at hetta var tað síðsta, og sum støðan er í løtuni, standi eg fast við tað, sigur Heidi Sevdal eftir FM-gullið í barndómsfelagnum
21.10.2024 - 14:17

Heidi Sevdal setir helst gaggurnar á hillina.

 - Eg havi avgjørt, at eg fari at gevast, og at hetta var tað síðsta, og sum støðan er í løtuni, standi eg fast við tað, segði Heidi Sevdal, tá hon hevði vunnið føroyameistaraheitið í barndómsfelagnum, NSÍ, um vikuskiftið.

Hetta er fyrsta føroyameistaraheitið hjá kvinnunum við Løkin, sum kanska skulu spæla Champions League-fótbólt næsta ár. Tí ivast veteranurin kortini eitt sindur.

 - Nú er tað øgiliga spennandi at hava vunnið, og mann hevur kjans til at vera í Champions League, men akkurát nú er hetta punktum og ein øgiliga góður endi upp á eina góða tíð í fótbóltinum síðstu 30 árini, segði framherjin og legði afturat, at tað kanska er ein 10 prosent kjansur fyri, at hon kortini heldur fram.

Heidi Sevdal er sera fegin um, at tað er eydnast at vinna meistaraheitið í NSÍ. 

 - Tað er ein serlig uppliving, serliga tí tað ikki er hent fyrr, og so tá vit vunnu í EB/Streymi í 2017, og kláraðu at steðga sigursrøðini hjá KÍ, segði Heidi Sevdal.

Heidi Sevdal hevur spælt fleiri hundrað dystir í bestu føroysku deildini fyri GÍ, B36, Víking, HB, EB/Streym/Skála og NSÍ. Harumframt hevur hon skotið 27 mál í 88 landsdystum.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. desember
Morgunlestur mánadagur 2. desember 2024
183607
Sunnudag 1. desember
Møti í Betesda
184478
Leygardag 30. november
TEMAPLÁTAN 40, 'Isolation', Toto, 1984
184316
Leygardag 30. november
Jambalaja - 301124
184448
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (4:4) - teknmálstulkað
184482
Sunnudag 1. desember
3-2
184480
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (3:4) - teknmálstulkað
184477