Ein øgilig uppliving fyri okkum

bannari
Ein øgilig uppliving fyri okkum
Hann hevur ongantíð roynt nakað líknandi og fekk gásarhold hvørja ferð Føroyar skoraðu. Óli Mittún lýsti fyrsta EM-dystin sum eina øgiliga uppliving
11.01.2024 - 20:32

Fleiri enn 11.000 fólk sóu Føroyar tapa sín fyrsta EM-dyst fyri Slovenia á Mercedes Benz-Arena í Berlin hósdagin.

Var tað stuttligt hjá teimum fleiri túsund føroyingunum á áskoðaraplássunum, var tað sanniliga eisini stuttligt á bláa EM-gólvinum.

 - Hetta var ein øgilig uppliving fyri okkum allar, segði blaðungi bakspælarin, Óli Mittún.

 - Eg fekk gásarhold hvørja ferð vit skoraðu, og tá vit sungu tjóðsangin.

Óli Mittún fegnaðist um, at fóturin, sum hevur darva honum undir EM-fyrireikingunum, nú tykist vera, sum hann skal. - Eg eri kanska aeitt sindur eymur beint nú, segði bakkurin, sum nú skal savna seg um eina uppaftur størri uppgávu. 

- Vit vita, at Norra er eitt nógv sterkari lið enn tað, sum vit spældu ímóti í dag, men vit fara at gera alt fyri at levera ein góðan innsats aftur, segði Óli Mittún.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. januar
Norðurljóð 27.januar 2025
186723
Mánadag 27. januar
Takk fyri dansin, Teitur
186918
Mánadag 27. januar
Góðan morgun Føroyar
186905
Mánadag 27. januar
Vetrarjazz 2025
186712
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 27. januar
3-2
186892
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749