Cristiano skal lyfta arvin

Cristiano skal lyfta arvin
Tað eru nýggjar tíðir í flogbóltsfelagnum, SÍ. Navnframi Rajko Petrovic takkaði fyri seg eftir síðsta kappingarár, og nýggjur venjari úr Brasil skal lyfta tunga arvin
25.09.2023 - 12:40

Arvurin, sum skal lyftas, er stórur.

Navnframi Rajko Petrovic takkaði fyri seg í SÍ eftir farna kappingarár, og fyri fyrstu ferð í 20 ár skuldu sørvingar hava nýggjan venjara. 

Valið fall á brasiliumannin, Cristiano Rodrigues Campos, sum í fjør vandi landsliðið hjá Pakistan.

 - Eg sá nógv gott í felagnum. Vit hava fleiri ungar spælarar, sum hava eina góða framtíð, sigur nýggi SÍ-venjarin.

 - Vit mugu taka tað stig fyri stig. Spælararnir hava ymiskt, sum tær mugu arbeiða við, men vit minnast eisini til, hvussu ungar tær eru, sigur Cristiano Rodrigues Campos, sum skal standa á odda fyri bestu mans- og kvinnuliðunum umframt ungsómsliðunum. 

SÍ hevur mist fleiri av berandi spælarunum farna kappingarár, millum annað Svetlanu Shvanskaya og Jannu Falkvard, og í løtuni tykist óvist, hvussu liðið fer at síggja út í ár. Sambært nýggja venjaranum er ætlanin at fáa ein nýggjan hevara.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 3. desember
Breddin - Fátakaváði
184576
Týsdag 3. desember
Morgunlestur týsdagur 3. desember 2024
183614
Mánadag 2. desember
Norðurljóð 2.desember 2024
184534
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. desember
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184551
Mánadag 2. desember
3-2 (2. desember 2024)
184550
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (4:4) - teknmálstulkað
184482
Sunnudag 1. desember
3-2
184480