- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skjótasti maður í Guernsey er føroyingur
Skjótasti maðurin á Guernsey er føroyingur og eitur Eiri Jógvansson Glerfoss.
Tað staðfesti hann við at vinna 100 metur renningina í kvøld. Tað gjørdi hann so dyggiliga við tíðini 10.58, sum er føroyskt met.
Hann er fyrsti føroyingur, sum rennur undir 11 sekund.
- Eg havi tað ólukksáliga gott. Hetta var ikki tað, sum eg hevði væntað, segði ungi rennarin úr Bragdinum.
- Eg havi havt ein skaða, og eg visti ikki, um eg fór at kunna renna 100 meturin á Oyggjaleikum, men tað hevur so gingið.
Ikki er vist, at hetta er síðsta heiðursmerki hjá Eira Jógvansson Glerfoss á Oyggjaleikunum. Hann hevur framvegis longdarlop og stafett eftir og ætlar ivaleyst at leggja meir afturat tí, sum longu er komið.