Inniróður: Væl nøgd við sesongina

Inniróður: Væl nøgd við sesongina
Bæði landsliðsvenjarin og Róðrarsambandið eru væl nøgd við sesongina í inniróðri, bæði í Føroyum, men ikki minst uttanlands, har bæði HM, EM og DM-heiti eru rógvin til Føroya
13.03.2023 - 16:39

Venjarin í inniróðri fegnast um avrikini hjá landsliðnum í vetur, seinast í HM í Toronto.

 - Vit vóru við í 11 kappingum og fingu níggju heiðursmerki heim við, umframt at vit fingu nøkur ótrúliga góð avrik, so eg haldi, at tað føroyska landsliðið í inniróðri er komið fyri at vera, sigur Sarita Kristina Hansen, sum varð sett sum landsliðsvenjari í heyst.

Endabresturin hjá innróðrinum var um vikuskiftið, tá gott hundrað rógvarar - ung og gomul - kappaðust um føroyameistaraheitið á Oyrabakka. Landsliðsvenjarin heldur, at fleiri góðir rógvarar eru á veg.
 
 - Framtíðin er ógvuliga bjørt, og eg fegnist um at síggja, at tey stilla upp til kappingar, og eg síggi, at fleiri av teimum, sum hava verið við í bruttohópinum, hava gjørt framstig og vísa flagg, sigur Sarita Kristina Hansen.

Eisini í Róðrarsambandinum eru tey væl nøgd við innisesongina.

 - Hetta var fjórða í síðsta kapping, og luttøkan hevur verið góð og umleið hin sama, sum í fjør, sigur Petur Hansen úr RSF.

 - Vit hava fingið fleiri heimsmeistarar, og børnini kappaðust um DM, har tey fingu góð úrslit - summi blivu meistarar har - so alt í alt hevur tað verið gott.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. januar
Morgunlestur hósdagur 30.januar 2025
186658
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008