TB er aftur millum tey bestu

TB er aftur millum tey bestu
TB telist aftur millum betru flogbóltsliðini í bestu kvinnudeildini. Nýggi venjarin, Arthur Djurhuus Poulsen, hevur blást nýtt lív í liðið, og forkvinnan fegnast um gongdina
20.02.2023 - 14:04

Venjarin gevur spælarunum æruna fyri góðu gongdina, men spurningurin er, um hann ikki er nakað lítillátin.

Arthus Djurhuus Poulsen hevur upp á eitt ár blást nýtt lív í besta flogbóltsliðið á Tvøroyri, sum nú liggur á triðja plássi í landskappingini og um vikuskiftið var nær við at spæla seg í steypafinaluna. Frágreiðingin tykist einføld.

 - Fyrst og fremst vildi eg hava ein hátt at spæla upp á, sigur venjarin.

 - Eg eina hugsan um, hvussu vit skuldu gera, og vit hava arbeitt út frá tí, og tað hevur riggað væl higartil. Nú mangla okur bara at koppa teimum stóru liðunum.

Forkvinnan í TB, Kristin J. Magnussen, himprast ikki við at geva venjaranum heiðurin fyri góðu gongdina hetta kappingarárið.

 - Arthur hevur gjørt eitt megnararbeið við at fáa genturnar at trúgva upp á seg sjálvan. Ikki fyri at taka nakað frá venjarunum, sum hava verið frammanundan - teir hava eisini gjørt eitt megnararbeið - men Arthus hevur á ein ella annan hátt fingið skrúða heilan hjá teimum til, at tær nú trúgva upp á tað, sigur hon.

Hetta var fyrstu ferð í fimm ár, at TB, sum fyrr var regluligur gestur í steypafinaluni, spældi seg í hálvfinalurnar. Sambært Kristin J. Magnussen hevur tað stóran týdning at besta liðið við kvinnum aftur er kappingarført.

 - Tí at tilgongdin til felagið er ikki av tí allarbesta beint nú. Vit hava mist nógvar spælarar, men kanska vit fáa fleiri spælarar til nú, sigur forkvinnan.

Á býnum merkist tað, at TB er aftur í fremstu røð.

 - Nú tosa fólk við meg um tað. "Hvat hava tygor gjørt? Hví gongur tað so gott nú?" So ja, tað merkist, og fólk siga eisini, at tað er stuttligt at spæla nú. Spælararnir siga eisini, at tey hoyra tað í skúlanum og til arbeiðis, so tað verður tosað nógv meir um tað nú, sigur Arthur Djurhuus Poulsen. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. november
Ung fara av landinum at lesa
183958
Hósdag 21. november
Morgunlestur hósdagur 21. november 2024
183774
Mikudag 20. november
Mono - Dolly Parton
183927
Mikudag 20. november
Góðan morgun Føroyar
183892
Mikudag 20. november
Morgunlestur mikudagur 20.november 2024
183770
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 19. november
Veðrið
183867
Týsdag 19. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
183834
Mánadag 18. november
3-2 (18. november 2024)
183825
Sunnudag 17. november
Guðstænasta úr Tvøroyrar kirkju
183749