- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eingir pengar til sálarfrøðiliga hjálp
Eingir pengar til sálarfrøðiliga hjálp
Pengar mangla til tilboðið um ókeypis sálarfrøðiliga hjálp, til tey sum eru millum 15 og 35 ár - og teir koma neyvan fyrr enn eftir ólavsøku
01.07.2022 - 17:36
Pengarnir til tilboðið um ókeypis sálarfrøðiliga hjálp til fólk millum 15 og 35 ár, eru uppi. Tað boðaði Heilsutrygd frá í einum tíðindaskrivi í gjár.
Hetta ávirkar eisini tey, sum longu eru í viðgerð, váttar Egil á Bø, stjóri í Heilsutrygd.
Ein eyka játtan má til alt fyri eitt, tí hetta ber als ikki til. Tað siga bæði forkvinnan í Sinnibata og verkætlanarleiðarin fyri tilboðnum um ókeypis sálarfrøðiliga hjálp. Men Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, torir einki at lova - pengarnir koma neyvan fyrr enn inn í august mánað
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
TEMAPLÁTAN: Welcome to the Pleasuredome, Frankie Goes To Hollywood, 1984
186486
Nýggjastu sendingar í SV