- Tíðindi, mentan og ítróttur
»Ró«
Í 2018 skipaði sendingin Góðan Morgun Føroyar fyri atkvøðugreiðslu, har fólk skuldu atkvøða um, hvør var tann besti sangurin tey seinastu 50 árini.
Úrslitið var, at tað var sangurin Ró, ið fekk flest atkvøður og fekk heiðurin sum "besti sangur í 50 ár".
Martin Joensen eigur orð og lag og hann sigur stutt um sangin, at: "Sangurin snýr seg um at finna frið og koma burtur frá meldrinum. Sangurin er aktuellur til allar tíðir. Kanska serliga í dag"
Sangurin varð útgivin á plátuni hjá Vestmonnum í 1983.
Ró
1. Sólskinstøgn yvir okkum nú, luftin fevnandi mjúk, einsamøll, livandi, eg og tú, ósøgdu orðini siga mær alt.
Niðurlag: Jørðin okkara, himinin við døggváta grasið lær, áin lokkar og teskas um frið alla tíð verð hjá mær.
2. Sirmið sorgblíða silkibleytt svalir rodnandi húð, signað vit og av gleði mett, aldri var heimur so sannur sum nú.
3. Dagmett sól søkir niðublund, klokkan bíðandi slár, skýmingstrøll seta friðarfund, hoydi tú hamranna suðandi svar?
4. Máni, vøkuljós ver í nátt, mjørki dýna ver tú, stíga vit so um dreymagátt, gandaði heimur, verð altíð sum nú.
5. Morgun, bíða tú kanst eitt bil, sov tær megi í nátt. Vøkumaðurin verja vil, teskar í tøgnini : “Alt vil tær gott, alt vil tær gott.”
Martin Joensen eigur orð og lag.
Upptøkan við Róin og Paula er tikin upp í Vestmanna kirkju í november 2021.