- Tíðindi, mentan og ítróttur
Alt hann átti á fold var gomul tónleikaútgerð...
Sigmund Zachariassen hevur nógvar bólkar í luftini í senn:
Joe & The Shitboys, Kovboykex, Ranchus, The Interzone Boys, Mirror Men, Fremmand, Jákup Eli og so hansara egna verkætlan.
Hann hevur júst útgivið fyrsta lagið á nýggjari EP. Lagið eitur Go to sleep (I don't want to)
- Tað er ræðuliga ofta, at eg havi tað stuttligt, og so er tað songartíð, sigur tónleikarin.
Elskar sín harddisk-upptakara
Hann hevur tað stuttligt, tá hann tekur upp.
Og hann tekur upp við sínum gamla harddisk-upptakara frá 2005, sum hann keypti brúktan fyri 5000 krónur.
Hann riggar fínt, hóast hann manglar onkran knøtt, og hann ikki óendalig upptøkuspor.
- Tað er skilagott at hava nakrar innbygdar besverligheitir, sigur Sigmund Zachariassen, sum brúkar allar sínar pengar til ljóðføri og upptøkuútgerð.