- Tíðindi, mentan og ítróttur
Danir fáa tilboð um nýggjárstúr til Føroya
Greengate Incoming hevur lýst við pakkatúrum til Føroya á nýggjárinum, har fólk kunnu fara út at spáka í miðbýnum longu, tá tey koma til landið. Men gjár var hesin nýggjárstúrurin so tikin av heimasíðuni aftur.
Marni Hjallnafoss, marknaðarleiðari og eigari á Greengate inncoming, ásannar, at tey kundu havt tikið túrarnar av heimasíðuni fyrr. Tá ferðafólk leita eftir pakkatúrum til Føroya á heimasíðuni hjá Greengate, verður einki nevnt um koronatilmæli ella sóttarhald.
Eisini Make Travel bjóðar dønum líknandi túrar til Føroya. Í skrivligari viðmerking til Kringvarpið sigur Kent L. Christensen, sum eigur Make Travel, at teirra viðskiftafólk verða kunnað um almennu tilmælini um sóttarhald.
At fara beinleiðis í heimauppihald, til kanningarúrslitið við komu á flogvøllinum er tøkt. Og at vera ansin frá tí tey koma til landið til eftir kanningarúrslitið á sætta degi.