- Tíðindi, mentan og ítróttur
SAVNSGULL: FMA æt AME í 2005
Covid-19 coronavirusið gjørdi, at Faroese Music Awards 2020 mátti sendast uttan áskoðarar.
Men í 2005 var einki Covid-19 at spilla spælið, tá skipað varð fyri stórsliga tiltakinum Atlantic Music Event í Norðurlandahúsinum. Endamálið var at varpa ljós á føroyskan tónleik, eins og tað er við FMA, og í so máta var AME grundarsteinurin til FMA. Hópin av útlendskum gestum vóru eisini í 2005 bodnir til Føroya at uppliva tað besta, ið føroyskur tónleikur hevði at bjóða.
AME avloysti Prix Føroyar finaluna, sum undanfarnu 10 árini hevði verið ársins størsta tónleikatiltak. Í 2005 var Prix Føroyar finalan eitt viðhanga av AME.
Prix Føroyar var í 2005 merkt av óvanliga hørðum orðadrátti, tí nøkur av okkrara royndastu tónlistafólkum og tónleikarum høvdu valt at luttaka. Serliga ummælararnir hjá Dimmalætting, Uni Leitisstein Hansen og Jan Lamhauge, vóru eirindaleysir í teirra meting, at skipanin, sum dømt var eftir til Prix Føroyar, onkursvegna ikki megnaði at rúma hesum. Størri dentur varð lagdur á handverkið at spæla eitt ljóðføri enn listarliga virðið á tónleikinum, ljóðaðu atfinningarnar.
"Heilagar kýr steðga ferðsluni" stóð at lesa á forsíðuni á Dimmalætting, tá bæði Eyðun Nolsøe & Showmenn og Terji Rasmussen Band høvdu spælt seg í finaluna saman við GoGo Blues. Niðurstøðan var, at allur tann tónleikurin, sum beikaði frameftir og hevði eitt altjóða snitt, var sáldaður frá til framan fyri tað, sum peikaði aftureftir.
Harða kjakið endaði við at taka lívið av Prix Føroyum, men AME var sanniliga ein stórsligur fagnaður av føroyskum tónleiki.
Njótið framførslurnar við Makrel, Høgna Lisaberg, DejaVu, Kristleif Zachariassen, Guðruni Sólju Jacobsen og so finalistunum í Prix Føroyum, Eyðuni Nolsøe & Showmonnum, Terja Rasmussen Band og GoGo Blues.
Og forrestin, so endaði tað við, at GoGo Blus vann seinast Prix Føroyar. Tað er tíverri ikki við á hesi upptøkuni.