- Tíðindi, mentan og ítróttur
Búgvi Poulsen skúgvaði allar til viks
Íðkarin, sum berjist í flokkinum undir 81 kilo, vann eina harða finalu móti mótstøðumanninum av Menorca, Scott Perkins.
Føroyingurin vann finaluna upp á tvey sonevnd wasari. Tað fyrsta fekk hann tíðliga í dystinum, og so lá trýstið á mótstøðumanninum.
Hetta útnyttaði Búgvi Poulsen, tá hann brúkti eitt álop frá Scott Perkins ímóti honum. Viðmerkjarin hjá KVF, Magnus Pauli Glerfoss, ivaðist ikki í, at talan var um wasari, men dómararnir brúktu eina løtu at koma til somu niðurstøðu.
Sostatt vann Búgvi Poulsen sína fimta gullmedalju í oyggjaleikahøpi. Hann vann eisini gull á oyggjaleikunum í Isle of Wight í 1993, tvær í Gibraltar 1995, í Álandi í 2009 og so aftur nú í Gibraltar 2019.
Nicolaj Skoubo stóð seg eisini væl fyrrapartin og endaði nummar fýra av teimu 17 luttakarunum. Hann vann báðar knock-out dystirnar, men tapti í hálvfinaluni, og síðan í dystinum um bronsuna.