Torkil Veyhe fimta pláss í tíðarkoyringini

bannari
Torkil Veyhe fimta pláss í tíðarkoyringini
Tað eydnaðist ikki Torkili Veyhe at verja gullið, sum hann vann í Gotlandi fyri tveimum árum síðan.
09.07.2019 - 22:39

Tað bleiv til eitt fimta pláss hjá Torkili Veyhe í tíðarkoyringini í dag. 

Sterki súkklarin hevði ætlanir um at verja gullið, sum hann vann í somu grein í Gotlandi á seinastu Oyggjaleikunum, men tað eydnaðist ikki. 

Størsta orsøkin til tað var óivað, at tíðarkoyringin í dag endaði uppi á nærum 400 metra hædd við eini klúgving upp á fýra kilometrar. 

Torkil Veyhe hevði næstbestu tíð niðri á sløttum, men misti eitt sindur á veg niðan eftir - nóg mikið til at heiðursmerkini gloppu honum av hendi. 

Dávur Magnussen endaði sum nummar 22, Helgi Winther Olsen sum nummar 24, Gunnar Dahl-Olsen varð nummar 35 og Jákup Petur Eliassen varð nummar 38 av 48 súkklarum. 

Hjá kvinnunum varð Súsanna Skylv Sørensen nummar fimm. Elsa Berg varð nummar 19, og Maria Svabo Hansen endaði nummar 26. 

Hósdagin er súkkling aftur á skránni. Tá verður tað vegsúkklukapping. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. november
RagnarRokk 21.november 2024
182860
Hósdag 21. november
RagnarRokk: Mika Grönholm um Coming Home
182857
Hósdag 21. november
«Dómur heimsins»
183980
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981
Hósdag 21. november
Andaktin
183979
Hósdag 21. november
Andaktin
183977