- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gleði meg at møta Føroyum
Gleði meg at møta Føroyum
Fyri Jóhan á Plógv Hansen verður dysturin í Gigantium í Ålborg sunnudagin heilt serligur.
15.06.2019 - 14:28
Hann skal nú kappast móti sínum landsmonnum í dysti í EM-undankappingini í manshondbólti.
Jóhan var partur av danska hondbóltslandsliðnum, sum í januar vann heimsmeistaraheitið, og í morgin spælir Danmark móti Føroyum.
- Tá ið eg fekk tilboðið um at spæla fyri Danmark, høvdu ungir føroyskir hondbóltsspælarar ikki so spennandi avbjóðingar sum nú. Tá var einki A-landslið í Føroyum. Kortini iðri eg meg ikki um avgerðina um heldur at spæla fyri Danmark enn Føroyar, staðfestir Jóhan á Plógv Hansen.
Kringvarpið hitti føroyska hondbóltsspælaran eftir seinastu venjingina hjá danska landsliðnum í Ålborg í dag.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV