Danny & The Veetos droyma um týskan plátusáttmála

Danny & The Veetos droyma um týskan plátusáttmála
Danny & The Veetos hava fingið Hans Marius Ziska at framleiða nýggja tónleikin. Dreymurin er altjóða plátusáttmáli
22.03.2019 - 10:00

Danny & The Veetos hava skift ham.

 - Hetta er meira cool. Hetta er meira punchy og eitt sindur meira sofistikerað, sigur Dannu Baldursson, forsangari í bólkinum.

Limirnir hava hildið til í einum kjallara í Søldarfirði seinasta árið.

Kjallarin hoyrir til barndómsheimið hjá Hans Marius Ziska, forsangara í Marius.

Garvaði søldfirðingurin hevur hjálpt bólkinum við nýggja ljóðinum.

 - Tað hevur verið áhugavert at arbeiða við tónleikinum hjá onkrum øðrum, sigur Hans Marius Ziska.

Danny & The Veetos ætla sær langt við nýggja tónleikinum.

 - Vit vóna at fáa plátusáttmála í Týsklandi. Tað er tað, sum alt seinasta árið hevur snúð seg um, sigur Danny Baldursson.

Sí alla sendingina Lyst

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. november
Tíðarrák (5:5)
184198
Týsdag 26. november
Morgunlestur týsdagur 26.november 2024
184105
Mánadag 25. november
Norðurljóð 25.november 2024
184142
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. november
Føroysk fiktión (2:5)
184205
Týsdag 26. november
Veðrið
184201
Týsdag 26. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184179
Týsdag 26. november
Andaktin
184172
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095