Ærumeiðing: Rithøvundurin hevur fríar teymar

Ærumeiðing: Rithøvundurin hevur fríar teymar
Tað er ikki nógv at gera, um tú kennir teg raktan av tí, sum stendur í eini bók. Rithøvundurin hevur at kalla fríar teymar at skriva, hvat hann vil.
02.02.2018 - 20:15

Um jólini las Kringvarpið stuttsøguna Niður við nakkanum, sum Oddvør Johansen hevur skrivað.

Stuttsøgan, ið snýr seg um ein mann, sum fer frá konuni, ið hevur torført við at góðtaka nýggju støðuna, skapti ávísa øsing á sosialu miðlunum; onkur segði seg kenna seg aftur í ekskonuni.

Sjálv vísir rithøvundurin hesum aftur; søgan er um seg sjálva og mannin fyri nógvum árum síðani, sigur Oddvør Johansen.

Føroyingar hava altíð gitt

Hvussu er og ikki; so er tað ikki fyrstu ferð, at fólk kenna seg aftur í - og kenna seg stoytt av - skaldskapi.

 - Føroyingar hava altíð lisið skaldskap við eitt sindur av veruleika uppií. Hóast tað hevur staðið skaldsøga til dømis í eini bók, sum er komin út, so hava fólk sitið og gitt, hvør er hvør í heis skaldsøguni, sigur Bergur Djurhuus Hansen, lektari í bókmentum, sum kann vísa á fleiri dømi um skaldskap, har veruleiki og fiktión eru samanblandað.

Listarligt frælsi

Men tað er ikki at gera við tað. Listarliga frælsi er sera vítt, sigur Jógvan Páll Lassen, advokatur, sum ikki kennir til nøkur dømi, har fólk hava stevnt listarfólki fyri ærumeiðing.

 - Tað skal vera ein álvarsom skuldseting, sigur Jógvan Páll Lassen.

 

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 3. desember
Breddin - Fátakaváði
184576
Týsdag 3. desember
Morgunlestur týsdagur 3. desember 2024
183614
Mánadag 2. desember
Norðurljóð 2.desember 2024
184534
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. desember
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184551
Mánadag 2. desember
3-2 (2. desember 2024)
184550
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (4:4) - teknmálstulkað
184482
Sunnudag 1. desember
3-2
184480