Báðir tunlarnir verða goldnir í 2040

Báðir tunlarnir verða goldnir í 2040
Nógv bendir á, at eingir stórvegis trupulleikar vera at bora Eysturoyartunnilin
21.02.2017 - 20:19

Tað verður ein stór avbjóðing at byggja Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin, men kanningar av lendinum, sum borast skal ígjøgnum í Eysturoyartunlinum, vísa, at eingir stórvegis trupulleikar skuldu verið við arbeiðnum.

Tað sigur Teitur Samuelsen, stjóri í partafelagnum Eystur- og Sandoyartunlum.

Fyrsta skotið í Eysturoyartunlinum varð latið av í dag. Hann verður eftir ætlan liðugur at taka í nýtslu í 2020.

Læntar eru góðar 2,6 milliardir kr. til báðar tunlarnar.

Í 2023, tá Sandoyartunnlin væntandi er liðugur, verður farið at gjalda lánið aftur, og báðir tunlarnir skulu verða afturgoldnir í 2040.

Teitur Samuelsen var gestur í Degi og Viku í kvøld. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109