- Tíðindi, mentan og ítróttur
Orða stjórnarskipanina av nýggjum
Orða stjórnarskipanina av nýggjum
Løgmaður hevur framvegis vónir um, at tað fer at eydnast at fáa eina breiða semju um stjórnarskipanarmálið
10.02.2017 - 20:46
Í eini roynd at fáa breiða semju verður steðgur í samráðingunum millum floksformenninar um stjórnarskipanarlógina í einar 4-5 vikur, til embætisfólkini í Tinganesi hava skrivað nýggjar orðingar í stjórnarskipanaruppskotið, sum helst allir flokkar kunnu taka undir við.
Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.
Hann sigur, at ósemja er framvegis um formælið í uppskotinum og ymsar aðrar orðingar. Í hesum umfari hava floksformenninir havt 13 fundir um stjórnarskipanina.
Aksel V. Johannesen var gestur í Degi og Viku í kvøld.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV