- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nú verður barnagarðurin raðfestur
Nú verður barnagarðurin raðfestur
At geva vinnulívinum góðar karmar er ein fortreyt fyri, at onnur øki kunnu verða raðfest, sigur Kristin Michelsen, borgarstjóri
09.06.2016 - 20:58
Kommunuskuldin er farin niður um eina álíkning. Tað gevur størri rásarúm, og nú er ætlanin at raðfesta raðfesta barnagarðin, sum verður bygdur út.
Tað sigur Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri.
Hann vísir á, at tá skuldin verður mest, var hon átta álíkningar.
At geva vinnulívinum góðar karmar er ein fortreyt fyri, at annað kann vera raðfest, og vinnulívsmenninir hava lyft alla oynna upp á eitt annað stig, sigur Kristin Michelsen.
Sí samrøðuna, sum Svein Magnason gjørdi við Kristin Michelsen í Degi og Viku beinleiðis av Tvøroyri.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV