- Tíðindi, mentan og ítróttur
Løgmaður: Álitið kemur í kvøld
Løgmaður: Álitið kemur í kvøld
Løgtingið bíðar framvegis eftir álitinum frá vinnunevndini um uppboðssølu og frá fíggjarnevndini um fíggjarlógina
22.12.2015 - 20:26
Tað dregur út hjá vinnunevndini at leggja fram álit um uppboðssølu og veiðigjøld.
Fyri løtu síðani boðaði løgtingsformaðurin frá, at tingfundur verður aftur um ein hálvan tíma.
Aksel V. Johannesen, løgmaður, segði í Degi og Viku fyrr í kvøld, at álitið frá vinnunevndini kemur í kvøld, men hann vildi ikki siga, hvat stendur í álitinum.
Løgtingið bíðar eisini eftir álitinum frá fíggjarnevndini um fíggjarlógina. Álitið frá vinnunevndini verður avgerandi fyri, hvussu álitið um fíggjarlógina fer at síggja út.
Sí samrøðu, sum Jan Lamhauge gjørdi við løgmann í Degi og Viku.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV