Sjónleikarhúsið verður bygt út

Sjónleikarhúsið verður bygt út
Ætlanin er at søkja pening úr ymsum grunnum til útbyggingina, sigur forkvinnan í Havnar Sjónleikarfelag
27.05.2015 - 11:48

Sjónleikarhúsið í Havn skal útbyggjast eystureftir, so tað verður lættari at arbeiða í húsinum. Samstundis skal forhøllin umvælast, tí har lekur illa.

Nýggi útbygningurin er mettur at kosta eina góða miljón krónur, men fíggingarspurningurin er ikki loystur enn.

Ætlanin er søkja ymsar grunnar, sigur Karin Djurhuus, forkvinna í Havnar Sjónleikarfelag.

Havnar Sjónleikarfelag fær á hvørjum ári 800.000 krónur i rakstarstuðli frá Tórshavnar kommunu. Harumframt fíggja tey sítt virksemi við at leiga húsið út. 

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109