Styggja grønlendsk skip burtur

Styggja grønlendsk skip burtur
Vanliga landar Polar Princess í Føroyum nakrar ferðir um árið, men síðani seinasta summar hevur hetta ikki borið til
20.05.2015 - 12:10

Seinasta summar gjøridst Grønland partur av innara marknaðinum í ES, og tí skulu grønlendsk skip nú lúka nýggjar treytir. Tí eru skip sum Polar Princess endað í einari fløkju millum føroyskar og danskar heilsumyndugleikar. 

- Tað er klossut, um føroyskir heilsumyndugleikar styggja grønlendsk skip, sum vilja landa í Føroyum, burtur, heldur Janus Rein, tingmaður fyri Fólkaflokkin. 

Hann hevur sett Johan Dahl, landsstýrismanni, fyrispurning um málið.

Stjórin á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, Bárður Enni, vildi ikki gera samrøðu við Dag og Viku um málið í gjár. Men hann sigur, at tey eru í ferð við at loysa trupulleikan. 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109