- Tíðindi, mentan og ítróttur
VIDEO: Arbeiðsleys skulu møta á fjølsmiðjuni
VIDEO: Arbeiðsleys skulu møta á fjølsmiðjuni
Vit hava vitjað Fjølsmiðjuna á Hjalla, ið ivaleyst fær fleiri vitjandi, eftir at ALS-lógin verður herd.
12.05.2015 - 08:25
Arbeiðsloysisskipanin kann nú krevja av sinum limum at tey møta upp til tey arbeiðsmarknaðarátøkini, sum ALS skipar fyri.
Við teimum broytingunum sum løgtingið samtykti í dag kunnu arbeiðsleys missa sin stuðul um tey ikki møta upp.
- Nú fáa vit betur møguleika fyri at hitta øll tey sum eru arbeiðsleys og fáa tey út aftur á arbeiðsmarknaðin, sigur Magni á Deild Olsen, stjóri í ALS.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV