- Tíðindi, mentan og ítróttur
Spennandi steypafinalur í flogbólti
Spennandi steypafinalur í flogbólti
Hjá kvinnum spæla TB og Dráttur, og hjá monnunum verður finalan millum ÍF og SÍ
13.02.2015 - 20:18
Árligu steypafinalurnar í flogbólti verða í høllini á Hálsi í Havn í morgin.
Hjá kvinnunum kappast TB og Dráttur, og hjá monnunum verður finalan millum ÍF og SÍ triðja árið á rað.
Guðrun Joensen og Hans Fróði Jensen mettu um úrslitið í Degi og Viku, og tey vænta, at finalurnar verða javnar og spennandi.
Sjónvarpið sendir steypafinalurnar í morgin, og sendingin byrjar klokkan 13.15
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV