Mistøk eru gjørd, viðgongur løgmaður

Mistøk eru gjørd, viðgongur løgmaður
Loysir løgmaður ikki Johan Dahl úr starvi, er misálit væntandi í løgtingið í morgin.
03.11.2014 - 19:40

Johan Dahl hevur gjørt mistøk í handfaringini av meirnýtsluni hjá Strand-ferðsluni. Tað viðgongur løgmaður. Sambandsflokkurin hevur fundast seinnapartin, men enn er ógreitt, hvat hendir við landsstýrissessinum hjá Johan Dahl.

Løgmaður fer í kvøld at kunngera, hvørja niðurstøðu hann og Sambandsflokkurin eru komin til á fundinum innanflokks seinnapartin. Letur løgmaður Johan Dahl vera sitandi, fer andstøðan eftir øllum at døma at reisa misálit á Johan Dahl í løgtinginum í morgin. 

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. november
Góðan morgun Føroyar
184117
Mánadag 25. november
Lesikrókurin 24 nov 2024
184113
Mánadag 25. november
Morgunlestur mánadagur 25.november 2024
184104
Sunnudag 24. november
Bolero - 24. november 2024
184087
Sunnudag 24. november
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
184085
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982