- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jenis av Rana: Jørgen skal úr Fíggjarmálaráðnum
Jenis av Rana: Jørgen skal úr Fíggjarmálaráðnum
Formaðurin í Miðflokkinum viðgongur, at Jørgen Niclasen hevur fingið álitisváttan, men hann heldur, at Jørgen eigur at fara úr Fíggjarmalaráðnum
06.06.2014 - 11:32
- Stevnir Jørgen Niclasen Kringvarpinum og Portalinum í tollmálinum, eigur hann at bíða eftir dóminum, seta seg sjálvan til viks og fara í løgtingið.
Tað sigur Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, sum atkvøddi fyri misáliti á Jørgen Niclasen.
Hann viðgongur, at hóast misálitið fall við teprum meiriluta, hevur Jørgen Niclasen fingið álitisváttan frá hægsta politiska myndugleika.
Jenis av Rana heldur, at løgmaður eigur at ávirka Jørgen Niclasen at fara úr Fíggjarmálaráðnum, tí tað fer at endurskapa álit á politisku skipanina.
Formaðurin í Miðflokkinum var gestur í Degi og Viku í gjárkvøldið
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV