Sí myndirnar: Varðveitið fríøkið við Sandá

Í sambandi við, at ætlaða byggingin av nýggjari kirkju á Argjum enn einaferð var á skránni fyri býráðsfundin í Havn í dag klokkan 16, varð skipað fyri mótmælistiltaki á Vaglinum. 

Á skránni vóru røður við Karin Kjølbro, Urd Johannesen og Jóhann Mortensen, tónleikur við Guðrið Hansdóttir og Benjamin Petersen og felagssangur.

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

Stríðið fyri at fáa flutt ætlaðu kirkjuna á Argjum, soleiðis at fríøkið við Sandá fær frið, hevur varað í yvir 10 ár og helt fram á Vaglinum í dag. 

Talan var um eitt sera siðiligt mótmælistiltak við felagssangi og røðum. Her fáa býráðspolitikararnir Gunvør Balle og Jákup Dam handað sanghefti. 

Heðin Mortensen, borgarstjóri, var til mótmælistiltakið móti ætlanini at byggja nýggja kirkju á Argjum. 

Urd Johannesen, ið býr á Argjum, er ein av forsprákarunum fyri at varðfeita fríøkið við Sandá á Argjum. Urd johannesen mælir til at byggja nýggju Argjakirkju onkra aðrastaðni á Argjum. 

Hóast veðrið var eitt sindur ruskut, so møttu nógv fólk upp til at vísa sína ónøgd við ætlanina at byggja nýggju Argjakirkju við Sandá. 

Nógv av teimum, sum búgva framvið fríøkinum við Sandá, ynskja, at økið fær frið. Men Kirkjuráðið á Argjum er sera uppsett upp á at sleppa at byggja kirkjuna júst framvið Sandá. 

Annfinn Brekkstein úr Sambandsflokkinum er varaborgarstjóri og býr sjálvur á Velbastað. 

Umframt felagssang og røður, so framførdi eisini nøkur av okkara fremstu tónlistafólkum til mótmælistiltakið á Vaglinum. Her er tað Benjamin Petersen, sum eisini er kendur sum Son of Fortune. 

Bæði ung sum gomul vóru møtt á Vaglinum í dag at mótmæla ætlanina at byggja nýggju Argjakirkju á fríøkið við Sandá. 

Tey, ið eru ímóti at nýggja Argjakirkjan verður bygd á fríøkinum við Sandá, føra fram, at økið framvið Sandá er eitt tað síðsta pettið av óspiltum haga, sum er eftir í økinum. 

Hóast kalt og vátt, so vandaðu fólk ikki veður, fyri at mótmæla staðsetingini av nýggju Argjakirkju. 

Jóhann Mortensen, ið er kendur frá útvarpinum, har hann í nógv ár hevði sendingina "Frítíð og náttúra", helt røðu. 

Bjørg Dam úr Javnaðarflokkinum, sum stendur til vinstru, er forkvinna í Náttúru- og umhvørvisnevndini hjá Tórshavnar býráði. Annika Olsen úr Fólkaflokkinum er fyrrverandi borgarstjóri og hevur fyrr havt evstu ábyrgd av málinum, men avgerðin um staðsetingina er gomul.

Málið um staðseting av nýggju kirkjuni á Argjum var enn einaferð er sett á skránna fyri býráðsfundin kl. 16, og tí varð skipað fyri mótmælistiltakinum. 

Guðrið Hansdóttir, tónlistakvinna, framførdi. 

Tey, ið er kempa fyri at fáa flutt nýggju Argjakirkju, hava einki ímóti, at ein nýggj kirkja verður bygd á Argjum. Tey vilja bara hava, at hon verður staðsett onkra aðrastaðni enn í fríøkinum við Sandá. 

Urd Johannesen hevur ferð eftir ferð víst á, at tað er harmiligt at nýggja kirkjan skal kroystast inn á fríøkið við Sandá, sum fólk á Argjum eru so góð við. Hetta fer at seta nýggju kirkjuna í eitt ringt ljós millum fólk á staðnum. 

Er kopiera