- Tíðindi, mentan og ítróttur
Politikkur
Ætlanin at gera lestraríbúðir í gamla Kommunuskúlanum í Havn livir enn. Býráðið í Havn játtaði hóskvøldið pening til ætlanina
Býráðið í Havn samtykti hóskvøldið at broyta reglurnar, tá fólk søkja um grundstykki ella bústað í kommununi
Runavíkar býrað hevur júst einmælt samtykt at heita á stýrið fyri Skálafjarðasamstarvið um at endurskoða avgerðina at stongja eldrasambýlið á Skála
Arbeiðið hjá nevndini, ið skal gera uppskot til at nýskipa fiskivinnuna, fer at kosta 1,4 milliónir krónur. Óvist er um peningurin fer at røkka
Stríðið um Eldrasambýlið á Skála, ið ætlanin er at steingja, er als ikki liðugt enn. Tveir býráðslimir leggja nú fram uppskot um at varðveita heimið
Skal Tórshavnar havn útbyggjast, má grótbrotið á Glyvursnesi víðkast. Málið kemur fyri á býráðsfundi í kvøld
Klokkan tíggju í dag lata valhølini í Hósvík og Hvalvík upp. Fólkaatkvøða er í teimum báðum bygdunum um framtíðina hjá skúlunum í bygdunum