- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vikuskiftið

Vikuskiftið 21 mars 2025
21-03-2025
Sending um tiltøk um vikuskiftið
Vit fingu vitjan av Hergeir Staksberg, sum greiddi frá um Sement. Vit vóru til bókaframløgu í Sirkus, har yrkingasavnið Libido Johan Hot Mortensen varð lagt fram. Marlan Marnersdóttir, Rói Patursson, Kári Olsen og Bergur Djurhuus Hansen søgdu nøkur orð. Vit vóru á gátt í Víngarðinum í Havn, har vit prátaðu við Kinnu Poulsen og Jón Sonna Jensen um framsýning. Vit vóru á gátt í Kunningarstovuni í Havn, har vit prátaðu við Siri. Vit fingu vitjan av Janus á Húsagarði og Kristiani Blak í sambandi við festivalin Várfólk. Teir spældu okkum eitt lag í sendingini. Jákup Dahl greiddi frá um FMA. Gott vikuskifti. :-)

Vikuskiftið
Sending við samrøðum, innsløgum, práti, kapping, gestaverti og tónleiki.